Hevði samband við 1000 gentur

Løgreglan í Svøríki hev­ur skuldsett ein 30 ára gaml­an mann fyri at hava gjørt seg inn á fleiri ungar gentur. Millum annað skal hann hava neyðtikið fleiri teirra.
Sydsvenska Dagbladet skrivar, at maðurin fekk samband við umleið 1.000 gentur ígjøgnum alnótina. Hann segði seg vera kvinnu, og at hann fekst við at taka myndir av ungum gentum. Tað eydnaðist honum at fáa fleiri av gentunum at koma at vitja seg, men ístaðin fyri at taka myndir av teimum gjørdi hann seg inn á tær. Løgreglan sig­ur seg vita við vissu, at hann hevði samband við einar 500 gentur, men at tal­ið væl kann vera um tey 1.000, og at hann gjørdi seg inn á minst 60 teirra.
Undir avhoyringunum hevur tann 30 ára gamli mað­urin viðgingið, at hann hevði samlegu við fleiri av gentunum, men hann heldur uppá, at eingin teirra bleiv neyðtikin.