Veljarakanningin, sum Dimmalætting almannakunngjørdi í gjár, gevur Sjálvstýrisflokkinum ein part á 3,8 prosent av samlaða atkvøðutalinum.
Fyri at sleppa á ting krevst, at ein flokkur í minsta lagi fær 3,7 prosent av samlaða atkvøðutalinum. Tískil liggur Sjálvstýrisflokkurin ógvuliga tætt við at dumpa, um løgtingsval varð skrivað út nú. Harafturat misti Sjálvstýrisflokkurin eisini sítt umboð í Tórshavnar býrað eftir kommunuvalið.
Hetta heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin vera løgi, nú samgongan hevur tikið politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum til sín í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna.
? Eg hevði roknað við, at veljararnir fóru at løna okkum betur, fyri at vit nú hava fingið restina av samgonguni at taka undir við okkara politikki á sjálvstýrisøkinum, og at vit harafturat hava megnað at skapt frið á Landssjúkrahúsinum og lagt grundarlag undir eina nýggja pensjónsskipan, sigur Helena Dam á Neystabø.
Men samstundis vísir Helena Dam á Neystabø á, at Sjálvstýrisflokkurin fekk eina undirtøku á 5,4 prosent til veljarakanningina, sum varð gjørd fyri tveimum vikum síðani.
? Eg rokni við, at hetta hongur saman við, at smáir flokkar hava ilt við at sláa ígjøgnum í veljarakanningum, sigur Helena Dam á Neystabø, sum nú í størri mun fer at leggja seg eftir at fáa boðskapin hjá flokkinum fram.









