Vædderen tók í gjár ein bretskan trolara fyri at royna við ov smáum meskum Tá menn frá Vædderen seinnapartin í gjár vóru umborð á bretska trolaranum Keila, vísti tað seg, at meskarnir í posanum vóru minni enn 135 mm, sum er minstamál.
Bretski trolarin fekk tí boð um at fylgja við til Havnar, har málið varð latið løgregluni.
Skiparin á bretska trolaranum viðgekk at hava brotið galdandi veiðireglur, og hann tók við einum sektaruppskoti upp á 60.000 krónur, og at hald varð lagt á tann ólógliga trolposan, sigur Marinustøðin í tíðindaskrivi.










