Hevði ov nógv fólk umborð

Meiri enn 130 fólk vóru við ferða­manna­bátinum, sum holvdist og sakk úti fyri strondini í Bahrain. Men báturin hevði bara loyvi at hava 100 fólk

 Báturin hevði loyvi at sigla við 100 ferðafólkum, men felagið, sum leigaði bátin til útferðina, kravdi, at nógv fleiri skuldu umborð.
Tað var frágreiðingin hjá reiða­rínum, eftir at ein ferða­mannabátur úr Bah­rain holvdist og sakk ein lítlan fjórðing úr landi í gjár­kvøldið. Tað var av besta veðri, tá vanlukkan hendi, og talsmaðurin hjá reiðarínum helt, at báturin kann vera farin runt, tí ov nógv fólk hava verið í øðrum borðinum.
Innanríkisráðið í Bahrain segði í dag, at vanlukkan kravdi minst 57 mannalív, og at tey flestu vóru útlendingar. Eftir ferðafólkalistanum vóru millum annað 25 bret­ar, 20 filipsoyingar, 10 suður­afrikanar og 10 egyptar við ferjuni.
Sambært innanríkis­ráð­num vóru 63 fólk bjargað á lívi fyrrapartin, og fleiri skip og kavarar leitaðu sam­an við amerikonskum hern­aðartyrlum eftir teimum, sum ikki vóru komin afturí­aftur.