Hevði ongantíð hoyrt um sorgarleikin

Edel Risberg kom at kenna unga oyrarmannin, Nicodemus Debes, sum ein stillan og friðarligan mann, men í 50 ár var hon óvitandi um sorgarleikin í Havn.

Unga norska gentan, Edel Risberg, sum kom til Føroya at ganga á læraraskúla í 1966, gekk í flokki saman við Nicodemusi Debes av Oyri. Men, norska gentan bleiv ikki verandi í Føroyum. Hon fór longu yvir aftur til Noregs til jólar í 1966, tí hon kundi ikki fáa studning í Føroyum.

 

Í 1977 var Edel Risberg saman við norska manni sínum fyrstu ferð aftur í Føroyum, og nú hon hin 15. mai í ár fylti sjeyti, vóru hon og maðurin her á øðrum sinni - heili 40 ár eftir fyrru vitjanina. Vinkona hennara í Føroyum er Amalia Poulsen í Havn, og tær báðar hava hildið sambandið við líka øll árini síðan 1966.

 

- Hóast eg og Nicodemus Debes av Oyri gingu í sama flokki, og vit vóru fleiri útferðir saman, havi eg ongantíð hoyrt um sorgarleikin í Havn fyri 40 árum síðan, tá floksfelagi mín fyrst tók lívið av fyrrverandi norsku unnustu síni - og síðan tók sítt egna lív. Tað var ikki fyrr enn eg hoyrdi um og seinni sá dokumentarsendingina - Ást fjalir lýti - at eg gjørdist vitandi um henda sorgarleik.

 

Hóast báðar vóru norskar, kendust tær ikki, men Edel Risberg kom at kenna unga oyrarmannin, Nicodemus Debes, sum ein stillan og friðarligan mann, bæði í skúlanum og á ymiskum útferðum, sum læraraskúlaflokkurin gjørdi hetta heystið.

 

- Nú eg havi verið aftur í Føroyum, havi eg sæð dokumentarsendingina, og eg má siga, at eg gjørdist ógvuliga kedd og skakað av at hoyra um hesa syrgiligu hending og lagnu. Tað, sum hendi í Havn henda feigdarmorgun, má hava skakað allar Føroyar, eins og tað hevur verið ógvuliga hart hjá familjunum báðum, bæði teirri føroysku og teirri norsku.

 

Edel Risberg sigur, at dokumentarsendingin eisini leiddi hana aftur til ta gomlu tíðina í Havn, har hon kendi nógv støð aftur, eins og klæðini, sum fólk vóru í, mintu hana á tíðina, tá hon kom til Føroya at ganga í skúla.