Ein, ið starvaðist sum hjálparmaður hjá John Lennon frá 1979, til Lennon var skotin í desember í 1980, pilkar við eftirmæli Lennons sum vinstrahallur, men longu er ivi sáddur um trúvirðið í hesum útsøgnum.
Í Seth Swirsky dokumentarfilminum Beatles Stories lýsir fyrrverandi hjálparmaðurin øðrvísi mynd av Lennon, enn tey flestu kennast við. Fred Seaman vil í filminum vera við, at John Lennon hevðu flutt seg burtur frá vinstravonginum.
-John gjørdi greitt, at um hann var amerikanskur statsborgari, hevði hann atkvøtt fyri Reagan, tí hann var troyttur av táverandi forsetanum Jimmy Carter, vil Seaman m.a. vera við.
Seaman sigur m.a., at Lennon í 1979 og 80 var ein annar, enn tá hann skrivaði Imagine. - Í 1979 hugdi hann aftur á lív sítt og ógvaðist um hvussu góðtrúgvin, naivur, hann hevði verið, vil Seaman vera við.
Men amerikanski søguprofessarin og Lennon kennarin Jon Wiener, er ivasamur í bloggi sínum á síðunni hjá blaðnum The Nationals. Fyri tað fyrsta spyr hann, hvør Seaman er, tí rætt er, at hann var hjálparmaður hjá Lennon í Dakotabygninginum, men Seaman varð eisini funnin sekur í at hava stolið ognarlutir hjá Lennon, eftir at Lennon var skotin, vísir professarin á. Eisini vísir søgumaðurin á skrivligu yvirlýsingina frá John og Yoko til arbeismenn í California, sum vóru í verkfalli, har greitt kemur fram, at Lennon metir tað vera neyðugt at berjast fyri líkarætti og líkaløn, og at hann eisini metir, at tað er syrgilgt, at so er í einum landi, har demokrati er grundarlagið.
M.a. soleiðis ljóðaði í skrivi teirra:
(...) Boykot er einasti vegur, um tað er einasti háttur at skapa rættvísi og endurskapa grundlógarinnar tign fyri skuld amerikanara, og børn teirra. Friður og kærleiki, John og Yoko, New York City, desember 1980.