Hevði lagt Estoniu

Fyrrverandi svenski sjóferðslueftirlitsmaðurin Bengt Erik Stenmark sigur nú, at hevði hann fingið boð um brekini við ferjuni Estoniu, hevði hann givið reiðarínum boð um at leggja skipið.

Vanlukkukvøldið royndu svenskir eftirlitsmenn at fáa fatur á Bengt Erik Stenmark, sum var á ráðstevnu í Íslandi, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa samband við hann. Svensku eftirlitsmenninir, sum vóru í Tallin í Estlandi, høvdu funnið fimm brek umborð á Estoniu, sum lá við bryggju har, men teir høvdu ikki myndugleika at leggja skipið. Nakrar tímar seinni sakk Estonia. Bengt Erik Stenmark sigur, at høvdu eftirlitsmenninir í Tallin fingið fatur á sær og greitt frá brekunum við ferjuni, hevði hann sýtt henni at fara frá bryggju hetta kvøldið.

Frágreiðingin, sum teir svensku eftirlitsmenninir skrivaðu eftir at hava kannað Estoniu í havnini í Tallin, vísti á 17 brek við ferjuni. Fimm teirra vóru so álvarssom, at ferjan átti ikki at fingið loyvi at fara frá bryggju.