Hevði koyrikortið í tveir mánaðir

Ein bilførari mátti seta bilin og ein fekk klipp í koyrikortið í nátt

Í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna ymsastaðni og í Eysturoynni vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt

 

Annar bilførarin koyrdi 115 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80. Men av tí, at hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár, fekk hann koyriforboð og mátti lata bilin standa.

 

Hann hevði bara havt koyrikortið í tveir mánaðir, men nú mátti hann so longu lata bilin standa, og má taka koyrikortið av nýggjum.

 

Hin bilførarin koyrdi 112 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, og hann fær sostatt eisini klipp í koyrikortið

 

Har tað er loyvt at koyra við vanligari ferð, ella 50 kilometrar um tíman í bygdum øki, og 80 í óbygdum øki, merkir tað, at bilførarar fáa klipp í koyrikortið tá ið teir koyra koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.

 

Verður koyrt meiri enn 30 kilometrar skjótari enn loyvt er, má bilbørarin upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, fyri ikki at missa koyrikortið. Og verður koyrt yvir 50 kilometrar skjótari enn loyvt er, missur bilførarin koyrikortið.

 

Men hjá teimum, sum hava havt koyrikort styttri enn trý ár, eru reglurnar strangari.

 

Løgreglan sigur, at annars var nógv fólk í býnum í nátt. Men tað vóru eisini nógvir politistar í býnum, og sum heild var tað stak friðarligt. Einstakar ferðir løgdu løgreglufólk upp ímillum, har fólk vóru komin til ilnar, at forða fyri, at harðskapur stóðst av, og tað varð heldur ikki til meiri enn tað.