Hevði komið væl við hjá Landssjúkrahúsinum

– Hesi næstu fýra árini fer føroyska samfelagið at missa 36 milliónir í danskari ríkisveiting.

Tað staðfestir Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og limur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

 

Og hann heldur, at tað hevði gjørt góðan mun hjá Landssjúkrahúsinum sum er hótt av álvarsligum sparingum.

 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið frá Landssýrinum um at frysta donsku ríkisveitingina til Føroya, fasta á 641,8 milliónum krónum um árið hesi næstu árini til í 2019. Tað merkir, at ríkisveitingin skal ikki hækkast so hvørt sum prístalið í Danmark hækkar.

 

Bárður Nielsen sigur, at landsstýrið upplýsir, at í ár fer tað at føra við sær, at ríkisveitingin er 600.000 krónur minni enn annars, tí prístalið hækkar 0,1 prosent.

 

Men sambandsformaðurin sigur, at hetta eru skeiv tøl. Í ár hækkar danska prístalið 1,4 prosent, og sostatt skuldi ríkisveitingin av røttum verið níggju milliónir hægri enn landsstýrið ætlar, sigur hann

 

– Í einum fýra ára skeiði, frá 2016 til 2019, er missurin sostatt einar 36 milliónir krónur, sigur Bárður Nielsen.

 

– Ein slík upphædd hevði komið væl við hjá Landssjúkrahúsinum, sum í skrivandi løtu hevur bráðneyðugan tørv á 16 milliónir krónum næsta ár, og tí noyðist at siga fólki úr starvi og skerja sínar heilsutænastur til føroyingar, sigur hann.

 

Bárður Nielsen skuldsetir Kristinu Háfoss fyri at geva Løgtinginum skeiv tøl av politiskum ávum.

– Tað eigur ikki at koma fyri, sigur hann.

 

Hann mælir frá at lækka ríkisveitingina tí hon hevur verið eitt týðandi lið í at tryggja og menna føroyska vælferðarsamfelagið.

 

Hann sigur, at hevði ríkisveitingin ikki verðið skerd í 2002, hevði játtanin til Heilsuverkið verið 100 milliónir hægri um árið, hvør fólkapenistur hevði havt 10.000 krónur meiri at liva fyri um árið, og serforsorgin hevur krónur 41 milliónir krónur meiri til taks um árið.

 

- Eingin ivi skal vera um, at Sambandsflokkurin fer at arbeiða hart fyri at tiðna ríkisveitingina, so skjótt flokkurin aftur er partur av landsins stýri, tí Føroyar og Danmark skulu fíggja felagsmál í felag, sigur Bárður Nielsen.