- Heilt erligt, so trúði eg, at vit høvdu kjakast so nógv um hetta nú, at man í hvørt fall fór at geva heilsuverkinum munandi meira enn í fjør, tá ein eykajáttan var neyðug. Men í staðin fellir man niður aftur á gomlu játtanina. Tað hevði eg ikki væntað.
Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, eftir at tað í vikuni gjørdist greitt, at Landssjúkrahúsið má taka spariknívin fram, um játtanin fyri næsta ár skal halda. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur upplýst, at Landssjúkrahúsið má spara umleið 16 milliónir krónur næsta ár.
Les eisini: Landssjúkrahúsið má skerja virksemið nógv
Tað hevur ikki óvæntað vakt ans, og millum annað Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur funnist at sparingunum, og heitt á løgtingið at játta fleiri pengar til heilsuverkið.
Hesum kritikkinum tekur formaðurin í Læknafelagnum undir við.
Les eisini: Eg trúði ikki at tað kundi verða verri enn tað er
- Vit taka undir við kritikkinum, ið er komin fram farnu dagarnar. Tað er ein trupulleiki í okkara samfelag, at heilsuverkið hevur so trong fíggjarlig kor. Hetta hevur verið støðan síðan kreppuna í nítiárunum, og tað er spell, tí heilsuverkið er ein av grundleggjandi súlunum fyri trivnaði í samfelagnum, sigur Pál Weihe og leggur afturat.
- Um fólk skulu trívast her á landi, so er ikki nokk bara at tjena pening ella hava ein góðan bústað. Tey mugu føla tað trygt at búgva í landinum.
Manglandi játtanin til heilsuverkið hevur eisini eina óhepna ávirkan á starvsfólkini, ið longu arbeiða í heilsuverkinum, sambært Pál Weihe.
- Heilsuverkið hevur ein hóp av góðum fólkum, ið gjarna vildu gjørt eitt gott arbeiði, men eru í staðin enda sum vónsvikin og passivir lønmóttakarar vegna manglandi játtan, sigur formaður í Læknafelagnum og leggur afturat.
- Vit mugu halda áhuganum uppi hjá starvsfólkunum, og tað gera vit, um fólk føla at tað er eitt verk, ið hevur framtakshug og visjónir fyri framtíðina. Men tað kostar.