– Eg eri stolt av, at vit eru komnar í finaluna, og fyri okkum er bara tað ríkiliga stórt. Og sjálv hevði eg ikki trúð tí, at vit skuldu koma so langt, segði Helga Nordendal í Drátti eftir hálvfinaluna ímóti Fleyr í gjárkvøldið.
– Maja Popovic spældi ein øgiligan dyst sum hevari, og uttan hana høvdu vit ikki klárað tað. Fleyr-kvinnurnar eru sanniliga góðar, og sjálv hevði eg stórar trupulleikar av góða blokkinum hjá teimum.
Helga ásannar, eins og hon gjørdi eftir sigur í Føroya Banka-kappingini um vikuskiftið, at finalan verður ein stórur gloypubiti, tí hon heldur kvinnurnar hjá SÍ vera í einum klassa fyri seg.
– Men nú eru vit har, og so fara vit sjálvandi at gera okkara besta, so tað verður ein góður dystur. Bara tað, at vit eru komnar í finaluna, er ein stórsigur fyri okkum.










