Hevði ikki álit á løgregluni

Løgreglan brúkti bæði GPS mátitól og fekk Akstovuna í sving fyri at fáa ein ungan drong dømdan fyri at hava koyrt ov skjótt, men tað gekk ikki eftir vild

Tað loysti seg væl hjá einum ungum manni, tá ið hann ikki vildi góðtaka eina frágreiðing frá løgregluni.

Fútin ætlaði at hann skuldi dømast at taka koyrikortið av nýggjum, tí hann skuldi havt koyrt alt ov skjótt.

Hann vildi góðtaka, at hann hevði koyrt ov skjótt, men hann hevði ikki koyrt so skjótt, at hann skuldi taka koyrikortið av nýggjum.

Og hóast fútin hevði bæði løgreluna, Akstovuna og enntá GPS-mátitól til hjálpar, hjálpti onki.

Men hóast alt stríðið hjá løgregluni, helt dómarin nevniliga ikki, at ferðmátingin hjá løgregluni var nóg álítandi til, at maðurin kundi dømast so strangt, sum fútin vildi.

Hetta er eitt mál, sum hevur sín uppruna í Gøtu eitt myrkt vetrarkvøld í november.

Tveir bilar eru á veg norðureftir, men brádliga kemur ein bilur og yvirhálar teir báðar.

Tann aftari bilurin er ein løgreglubilur og løgreglumaðúrin undrast á, at nakar kundi fáa seg til at yvirhála ein løgreglubil og halda fram beint fyri nøsini á løgregluni inn í bygd øki við eini ferð, sum er væl høgri enn loyvt er.

Løgreglumaðurin fór tí aftaná og máldi ferðina hjá bilinum til beint yvir 100 kilometrar um tíman í bygdum øki við Gøtugjógv, har mest loyvda ferð er 50.

Ferðin varð máld við, at løgreglubilurin koyrdi aftaná bilinum í einar 250 metrar, so at náðir bilarnir koyrdu í akkurát somu ferð og mátaði ferðina við at hyggja eftir kilometurvísaranum á løgreglubilinum.

Men fyri at tryggja seg, vórðu boð send eftir Akstovuni dagin eftir og útgjørd við fGPS mátitóli, vórðu nýggjar mátingar gjørdar.

Tær mátingarnar vístu, at kilometurvísarin í løgreglubilinum vísti 5,5 kilometrar ov nógv og tað varð so drigið frá hjá unga bilføraranum.

Samstundis var óvissan í GPS-tólinum 1,850 kilometrar um tíman. Men fyri at rudda allan iva burtur, vóru tveir kilometrar afturat drignir frá.

Sostatt varð bilførarin ákærdur fyri at koyrt minst 94 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað einans er loyvt at koyra 50.

Ferð ferin meiri enn 30 kilometrar upp um loyvdu ferðina, er kravið at bilførarin missur koyrikortið treytað og má upp til nýggja koyriroynd.

Av tí sama vildi ákærin hava hann at betala 1500 krónur í bót og at missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd.

Maðurin játtaði, at hann hevði koyrt meiri enn 50, men hann hevði ikki koyrt yvir 80.

Og tað eydnaðist eisini verjanum hjá honum at sáa so stóran iva um mátingina hjá løgregluni, at dómarin tók tað til eftirtektar.

Fyri tað fyrsta vísti hann á, at tað er ikki serliga álitisvekjandi, at elta ein annan bil og meta ferðina eftir tí.

Hann slóð eisini upp í eini lærubók og har stóð, at verður hesin mátihátturin brúktur, skal løgreglubilurin koyra seinni, enn bilurin, sum ferðin skal mátast á, men so var ikki í hesum føri.

Hann vísti eisini á, at teir høvdu koyrt framvið fleiri skeltum og høvdu yvirhálað tvey prutl og tí kundi so stórur ivi sáðast um, yvir hvussu langt strekkið, ferðin varð mátað og um hvussu nógv ferðin varð.

Ákærin helt, at hóast allur ivi varð sáddur, var so stórt lop niður á 80 kilometrar um tíman, at kravið um treytaða frádøming átti at verða tikið til eftirtektar.

Og tað helt dómarin eisini, men av tí, at maðurin sjálvur hevði viðurkent, at hann hevði koyrt skjótari enn loyvt er, fekk hann 750 krónur í bót, men hann varðveitti koyrikortið.