Hevði Hjalgrím bara skorað

Seinastu nógvu árini hevur Tórður Mikkelsen fingist við ítrótt í sjónvarpinum. Nú fer hann at gevast við ítróttinum, men millum hendingarnar, hann minnist best, var tá Hjalgrím Elttør skeyt á stongina ímóti Týsklandi í 2002

Tórður Mikkelsen var í kvøld gestur í sendingini Hvonn Live hjá Rás2 og har avdúkaði hann millum annað, at millum hendingarnar, hann minnist best frá tíðini í 3-2 hjá sjónvarpinum var tá Hjalgrím Elttør skeyt á stongina og út, heldur enn stongina og inn, tá hann í yvirtíðini gjørdist púra leysur við Oliver Kahn og støðan var 2-1 til Týskland, sum stutt frammanundan høvdu verið í HM-finaluni.

Av øðrum hendingum minnist Tórður Mikkelsen serliga, tá Føroyar vunnu á Litava fyri kortum, og tá báturin hjá Katrini Olsen var til HM í rógving í Týsklandi, har tær við seinastu tøkunum megnaðu at koma upp á triðja pláss.


Tímur ikki motorar

Hóast sjónvarpsmanninum dámar so gott sum alla ítrótt, so tímir hann ikki Cricket, Golf, Rugby og Motorsport.

– Men tað hevði eg kanska, um eg setti meg ordiliga inn í reglarnar, segði hann.

Hann segði somuleiðis, at hann sjálvur ikki hevur fingist so øgiliga nógv við at íðka ítrótt, tí hann gekk meira í haganum og fekst við seyð á sínum yngri døgum.


Angrar onki

Tórður Mikkelsen hevur arbeitt nógv og gjørt nógv. Millum tað hevur hann eisini gjørt nøkur ting, sum kunnu verða nevnd mistøk, men Tórður Mikkelsen angrar onki av hesum.

– Tað er í lagið at lata set ríva við. Ítróttarfólkini ganga við lív og sál upp í hetta, so er tað púra natúrligt, at mann gongur upp í tað, segði Tórður Mikkelsen, og viðgekk, at onkuntíð eru nøkur mistøk hend, men at tað má mann bara taka við.

Hóast Tórður Mikkelsen nú er givin við ítrótti, tí hann fer at gera sendingar av bygd í sjónvarpinum, so letur hann framvegis hurðina standa opna til ítróttina.

– Tað er spurningurin, um mann klárar at halda seg vekk. Tað var onki vikuskifti, at eg ikki hevði hug at fara til arbeiðis, staðfesti Tórður Mikkelsen á Hvonn Live leygarkvøldið.