Hevði havt tekniskar trupulleikar

Flogfarið, sum fór av breytini í Madrid í gjár, hevði avlýst nakarar ferðir vegna tekniskar trupulleikar -Hetta flogfarið hevði avlýst fleiri ferðir, tí tað hevði tekniskar trupulleikar.

Tað segði Javier Fernandez Garcia, sum er samskipari á flogvøllinum í Madrid, við spanska blaðið El Mundo í gjárkvøldið.

Samstundis skrivaðu fjølmiðlarnir, at vanlukkan í Madrid er tann 15. hjá hesum flogførunum. SAS hevur fleiri slík flogfør, men donsku myndugleikarnir siga, at tey eru líka trygg sum onnur flogfør.

153 av teimum 172, sum vóru í vanlukkuflogfarinum, doyðu.