Mánadagin var hasj-hundurin hjá tollvaldinum á flogvøllinum. Sum vant, so slapp hundurin at snodda millum ferðafólkini at vita, hvørt hasj ella líknandi var við í viðførinum hjá onkrum teirra.
Hesaferð steðgaði hundurin hjá eini 19 ára gamlari gentu, men hóast hon varð tikin inn í rúmið hjá tollvaldinum, so dugdu tollararnir ikki at finna nakað uppi á henni.
Tá hundurin framhaldandi sýndi gentuni stóran áhuga, varð gjørt av at senda gentuna til kanningar hjá lækna. Her varð staðfest, at hon hevði stungið 138 gram av hasji upp í seg.
Kjartan Dam Joensen, leiðari á tollbúðini, sigur, at hetta ikki er nakað, sum tey so ofta hava verið út fyri, men tað hendir av og á.
Hvussu er og ikki, so vísti hendingin mánadagin, at heldur ikki hetta sleppur framvið góða tevinum hjá hasj-hundinum. Hóast nøgdirnar í ár ikki hava verið so stórar, sum tær vóru í fjør, so er talið av fongum í ár størri, enn tað nakrantíð hevur verið, sigur Kjartan Dam Joensen. Smáu nøgdirnar eru oftani nógvar, og fyri stuttum varð eitt ferðafólk tikið, sum hevði nakað av heroini á sær.