Tíðliga í morgun tók løgreglan ein mann, sum var so ólátaður í miðbýnum, at fólk føldu seg ótrygg. Løgreglan sigur, at hann var hóttandi í sínum atburði og tískil varð hann tikin á støðina, har hann verður sitandi, til hann er kjólnaður aftur, so verður hann leyslatin.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt. Ein prutlførari er tikin fyri at koyra við kenning og ein annar prutførari er dottin og førdur á skaðastovuna við skaða í andlitinum, men onki av týdningi.