Hevði einki annað val

Georgiski forsetin, Eduard Sjevardnadse, valdi sunnudagin at fara frá, men hann hevði heldur einki í at velja.

Eitt tíðarskeið endaði seinnapartin sunnudagin, tá georgiski forsetin, Eduard Sjevardnadse, kunngjørdi, at hann hevði lagt frá sær. Frágreiðingin var sambært honum sjálvum, at fór hann ikki frá, fór tað at enda í einum blóðbaði.

Men í veruleikanum hevði forsetin einki í at velja, siga eygleiðarar í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi. Tá Sjevardnadse fyri trimum vikum síðani kunngjørdi úrslitið av tjóðartingsvalinum, misti fólkið álitið á honum, tí tað var øllum greitt, at tað almenna valúrslitið var úrslit av umfatandi sviki. Andstøðan kravdi forsetan frá, og tá partar av herinum og løgregluni um vikuskiftið søgdu seg styðja andstøðuna, hevði forsetin einki í at velja.

Tann royndi Sjevardnadse vann sær stóra virðing kring heimin, tá hann sum sovjetskur uttanríkisráðharri hjá Mikhail Gorbatjov var við til at gera enda á kalda krígnum. Men hansara forsetatíð í Georgia hevur roynst illa. Fyri tíggju árum síðani var Georgia ein tann mest múgvandi parturin av Sovjetsamveldinum. Í dag er lønin sum í menningarlondunum, og stórur partur av fólkinum hevur livikor, sum eru niðan fyri hungursmarkið.