Hevði eingin úrslit at vísa á

Kanningarstjórin hevði eingin úrslit at vísa á, seinast Skráseting Føroya bað um eykajáttan á eina millión til kanningina av Eik Grunninum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen

Tað er møguligt, at Bárður Nielsen hevði havt eina aðra meingin í dag. Men tá kanningarstjórin, Eyðfinnur Jacobsen, var í fíggjarnevndini fyri at greiða frá kanningini av Eik Grunninum, hevði hann eingi úrslit at vísa á, og fíggjarnevndin vildi tí ikki játta eina millión at arbeiða víðari fyri, sigur Bárður Nielsen, sum er formaður fyri fíggjarnevndini, og eisini var tað tá.
- Nógv er komið fram nú, sum vit ikki vistu tá, og tað er væl møguligt, at eg hevði atkvøtt fyri uppskotinum um eykajáttan í dag, sigur Bárður Nielsen.
Eins og hinir tinglimirnir, sigur hann við Sosialin í dag, at tað er umráðandi at kanna, hví eftirlitið við Eik Grunnin sveik.

Meirlutin í fíggjarnevndini umfataði samgongulimirnar: Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen. Minnilutin í fíggjarnevndini vóru Kristina Háfoss, Tjóðveldið, Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin og Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin.

Í viðmerkingunum frá meirlutanum stendur soleiðis:
Í sambandi við eykajáttanarløgtingslógina september 2012, samtykti Fíggjarnevndin at játta kr. 300 túsund við fylgjandi viðmerking:
“Nevndin heldur, at kanningin skal byrgja upp fyri, at slíkt hendir aftur. Nevndin heldur, at ein gjøgnumgongd av teimum frágreiðingum og kanningum, ið longu eru gjørdar, skal staðfesta, um grundarlag er fyri, at ein gransking verður
sett í verk, og eigur leikluturin hjá føroyskum myndugleikum at vera partur av kannningini.”
Fíggjarnevndin hevur nú fingið upplýst, at áheitanin hjá Fíggjarnevndini er ikki tikin til eftirtektar. Meirilutin heldur tað tí ikki vera rætt at játta fleiri pengar, tá hendan kanning enn ikki er gjørt”.