Ber tað til, at menniskju kunnu hava ein bendilorm í heilanum? Ja, tað ber til. Í øllum førum, um vit skulu trúgva læknanum, Jordan Amidio, sum hjálpti einum sjúklingi úr lívshættisligu støðuni, hann var komin í.
Tað var, meðan hann spældi fótbólt, at amerikumaðurin, Gerardo, svímaði. Hann hevði leingi drigist við herviliga høvuðpínu, og nú hann svímaði undir venjing, sá hann ongan annan møguleika enn at søkja sær læknahjálp.
Læknarnir á sjúkahúsinum gjørdust rættiliga ovfarnir, tá maðurin hevði verið í MR-skannaranum, og teir sóu úrslitið. Læknin, Jordan Amidio, heldur, at tilburðurin við Gerardo er ógvuliga serstakur og løgin.
Men, hvussu kundi maðurin so hava fingið ein bendilorm í heilan?
Tað er ikki greitt, hvør upprunin til bendilormin er og ei heldur, hvussu hesin kann vera endaður uppi í heilanum. Sjálvur heldur Gerardo, at hann kann hava fingið bendilormin, tá hann fyri 10 árum síðan hevði etið svínakjøt í Meksiko.
Læknin, Jordan Amidio, heldur, at bendilormurin kann vera vaksin í heilanum hesi ár, tó at hetta ljóðar løgið og ótrúligt. Eftir eina umfatandi skurðviðgerð fingu læknarnir at enda bendilormin úr aftur heilanum á manninum, og sambærr Sky News er Gerardo væl fyri.
Her sæst eitt brot við frásøgn, sum er tikið upp, tá læknarnir royndu at fáa bendilormin úr aftur heilanum á amerikumanninum - https://www.vgtv.no/video/191617/slet-med-hodepine-fant-dette-i-hjernen
##med2##