Hevði betri uppliving av 0-0 javnleikinum

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Skála helt seg hava havt eina betri uppliving enn høvuðsvenjarin hjá HB, tá liðini leiktu 0-0

Høvuðsvenjarin hjá HB, Sigfríður S. Clementsen heldur, at 0-0 javnleikurin millum Skála og HB á Skála var ein ógvuliga keðiligur dystur við fáum málmøguleikum. Dysturin minti mest um ein venjingardyst.

 

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen heldur seg hava havt eina betri uppliving, har hansara spælarar komu til nógvar góðar støður.

 

Nú er Skála á einum 6. plássi, og farið verður til Trongisvágs komandi leygardag at halda fast um 6. plássið, sum hevði verið eitt góðkent avrik hjá Skála.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Paula Poulsen fyrr í kvøld.