Eins og í einum øðrum føri skuldi hetta málið umfata tveir ákærdar, men av tí at hin ákærdi var staddur í Danmark, og ikki segði seg hava ráð til ferðaseðil heim til Føroya, var bert annar til staðar í rættinum mikudagin.
Eins og hinir ákærdu mikudagin, ljóðaði eisini hendan ákæran upp á, at viðkomandi í eitt longri tíðarskeið og fram til 15. mars 2012 hevur havt eina hassjplantasju við í minsta lagi 92 plantum.
Hartil ljóðaði ákæran eisini upp á, at vera tikin í tollinum í juli 2011 við 4,9 grammum av amfetamin og tveimum grammum av hassj.
Eisini var ein minni ákæra um eitt gramm av skunk umframt onnur smáting, sum vórðu funnin heima hjá viðkomandi 14. desember 2010.
Til fyrsta forholdið játtaði maðurin seg bert partvís sekan.
Hann greiddi frá, at hann og búfelagin høvdu bygt eitt hassjlaboratorium í kjallaranum. Talan var í veruleikanum um tvey rúm, har annað var nær við oljufýrið, meðan hitt var eitt sindur longri frá.
Í rúminum nærri oljufýrinum fann politiið 28 plantur við stiklingum, meðan teir í loyniliga rúminum funnu 40 plantur.
Ákærdi greiddi frá, at í veruleikanum var talan um trý rúm, tí inni í loyniliga ruminum var enn eitt lítið rúm, sum tó ikki var nýtt og stóð tómt.
Gjørdi tað mesta sjálvur
Ákærdi greiddi frá, at tað ikki hevði kostað so nógv at gjørt hetta laboratoriið.
Hann segði, at hann var útbúgvin elektrikari, og tí hevði hann kunna gjørt meginpartin sjálvur.
Ljósarmaturir og annað kundi eg lættliga gera sjálvur, og upplýsingar vórðu lættir at finna á internetinum, eisini um onnur viðurskifti í tí sambandi segði ákærdi maðurin.
Viftir vórðu eisini settar upp soleiðis, at tað bar til at sirkulera luftina.
Sjálvt laboratoriið var eisini rímiliga lætt at gera, og teir høvdu fyri tað mesta brúkt við at byggja tað.
Orsøkin til, at teir báðir fóru undir at gera egið laboratorinum, var, at tað vóru ikki nógvir hættir, um tú vildi sleppa at roykja hassj.
Tað var antin at keypa frá øðrum, og tá legði tú upp til at fremja nakað ólógligt, tí tað mesta verður smuglað inn í landið. Eisini var tað ógvuliga dýrt at keypa hassj á gøtuni, segði ákærdi maðurin.
Hin mátin at útvega hassj, var so at framleiða tað sjálvir. Og tað var so hátturin, ið teir báðir valdu.
Noktaði amfetamin
Ákærdi maðurin segði seg roykja javnan, og metti seg dagliga at roykja millum trý og fimm gramm av hassj.
Hetta merkti so eisini, at planturnar so at siga ikki fingu loyvi til at vaksa seg fult út.
Tað var skorið av teimum so hvørt, og tí komu tær ongantíð so væl fyri seg, at tær góvu meira enn eitt stað millum 20 og 25 gramm av hassj.
Teir byrjaðu so smátt at rigga laboratoriumið til í desember 2011, og heystaðu so fyrsta hassjið seint í januar 2012. Seinni vísti tað seg, at hendan framleiðslan kostaði honumum 700 krónur um mánaðin í øktari elnýtslu.
Men ákærdi maðurin var ivaleysur í, at hann var ósekur tá tað kom til at smugla amfetamin inn til Føroyar.
Hann greiddi frá, at hann hevði verið á Roskilde festivalinum, og at hann hevði onga hóming av, hví hann hevði ein shampoo dunk uppi á sær, sum innihelt 4,9 gramm amfetamin.
- Eg royki ikki hassj longur. Tað var hart, men tað eydnaðist. Og eg havi ongantíð roynt harðari evnir, so sum amfetamin, segði ákærdi maðurin í rættinum mikudagin.