Ein lokalur søgufrøðingur í russiska býnum Nizhny Novgorod er settur í geglið, tí hann er undir illgruna fyri at hava grivið lík upp í einum kirkjugarði í býnum. Tá løgreglan kannaði íbúðina hjá tí 45 ára gamla, Anatoly Moskvin, var tað ikki ein vøkur sjón, teimum møtti.
Løgreglan fann nevniliga heili 29 lík, mest ungar gentur, klæddar í sjall og við hondum og andliti fjaldum í toyi, sum russarin helst eisini hevur funnið í gravunum. Anatoly Moskvin hevði mumifiseraðu líkini standandi ymsastaðni í heiminum.
Tað er The Guardian, sum ber hesi tíðindi.
Sum skilst, hevur søguáhugin hjá Anatoly Moskvin serliga snúð seg um kirkjugarðar og gravstøð, og hann hevur áður sagt, at hann hevur ferðast runt til kirkjugarðar fyri at kunna lýsa lívssøguna hjá nøkrum teirra, ið eru jarðað har.
Russiskir miðlar skriva, at tað serliga er líkini av ungum kvinnum, sum hin 45 ára gamli hevur grivið upp og tikið heim til sín.