Hevði 125 loyniligar kontur

Fyrrverandi einaræðisharrin í Kili, Augusto Piniochet, hevði 125 loyniligar bankakontur í USA.

Nýggjar kanningar hava avdúkað, at fyrrverandi kilski einaræðisharrin Augusto Pinochet hevði uppaftur tættari samband við amerikanska bankaheimin enn higartil hildið.

Fyri einum ári síðani kom fram, at Pinochet hevði havt nakrar kontur í amerikanska bankanum Riggs Bank, men nú vísir tað seg, at hann hevði eisini kontur í Bank of America, Espirito Santo Bank í Florida, amerikonskum deildum hjá Banco de Chile og øðrum bankum í USA. Talan var bæði um pengar, partabrøv og virðisbrøv.

Ein amerikonsk senatsnevnd, sum hevur kannað viðurskiftini, sigur í sínari frágreiðing, at summir amerikanskir bankar hjálptu gamla einaræðisharanum at fjala pengar, meðan aðrir skákaðu sær undan amerikanska lógarverkinum á økinum.

Riggs Bank viðgekk í fjør, at Pinochet var viðskiftafólk hjá bankanum í átta ár, men nú er komið fram, at hann var viðskiftafólk hjá bankanum í 25 ár. Bankin hevur fyrr upplýst, at Pinochet hevði níggju kontur í bankanum, men nú vísir tað seg, at tað rætta talið var 28.