Hetta vita vit um tríggjar gasslekar í Eystarasalti

Staðfestir eru tríggir lekar á Nord Stream-gassleiðingini uttan fyri Bornholm.

Mynd: Tobias Schwarz/AFP/Ritzau Scanpix

Í trimum støðum í Eystarasalti eru seinastu samdøgrið staðfestir lekar á gassleiðingini.

Hetta er higartil komið fram:

– Mánadagin varð staðfestur ein leki á Nord Strem 2 sambandinum umleið 20 kilometrar sunnan fyri Dueodde.

– Í morgun eru funnir tveir lekar á Nord Stream 1 sambandinum í ein landnyrðing úr Bornholm fjart frá strondin.

– Hvørgin gassleiðingin er í nýtslu. Russiska gassfelagið Gazprom hevur stongt Nord Stream 1 fyribils, meðan Nord Stream 2 enn ikki hevur verið í rakstri. Báðar leiðingarnar høvdu tó gass í sær undir trýsti.

– Enn er óvist, hvør orsøkin er til lekarnar.

– Danska sjóvinnustýrið hevur ásett stongd øki, sum tað av trygdarorsøkum ikki er loyvt at sigla í. Eisini hava flogfør fingið forboð fyri at flúgva ov tætt lekunum.

– Orkustýrið í Danmark hevur heitt á Energinet, sum millum annað hevur ábyrgdina fyri danska gassleiðingsnetinum, til at hækka tilbúgvingarstøðið og økja um trygdina.

– Lekarnir hava ikki ávirkan á veitingartrygdina.

/ritzau/

 

Mynd: Tobias Schwarz/AFP/Ritzau Scanpix