Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix

Hetta vita vit um jarðskjálvtan í Marokko

Jarðskjálvtin rakti seint fríggjadagin og er tann jarðskjálvtin í landinum, sum hevur lravt flest mannalív síðan 2004.

 

Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix

1037 fólk eru nú seinnapartin staðfesti deyð eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum var í gjárkvøldið og rakti landsynningspartin av marokkonaksa býnum Marrakesh.

Talan er um tann jarðskjálvtan í Marrokko, sum hevur kravt flest mannalív síðani 2004, og tey vænta, at talið av deyðum fer at vaksa, so hvørt bjargingarlið fáa grivið fólk undan húsaleivdum.

Her eitt sindur um jarðskjálvtan:

* Rakti fríggjakvøldið

Jarðskjálvtin rakti fríggjakvøldið umleið 70 kilometrar í ein landssynning úr ferðafólkabýnum Marrakesh. Hann verður mettur til 6,9 og var sambært geologiskum stovnum á eini dýpt upp á 18,5 til 27 kilometrar.

##med2##

* 1037 eru fyribils staðfest deyð.

Marrokkanskir myndugleikar váttaðu í nátt, at 296 fólk vóru deyð í jarðskjálvtanum. Longu tá var sjálvtin tann, ið hevði kravt flest mannalív, og síðani er talið hækkað til 1037.

Nú er boðað frá, at 1200 hava fingið skaða, og á sjúkrahúsum í Marrakesh siga tey frá sambært AFO at nógv fólk eru.

##med3##

* Heimsarvur kann vera farin fyri skeyti.

Íbúgvar í Marrakesh siga miðlum í økinum, at fleiri bygningar í gamla býarpartinum Marrakesh – eitt øki, sum er á listanum hjá Unesco yvir heimsarv – eru rapaðir.

##med4##

* Ringast í Marrakesh.

Meðan eisini íbúgvar í stórbýnum Casablanca og landsins høvuðsstaði, Rabat, siga frá, at tey merktu skjálvtan, siga frá um færri skaddar bygningar í Marrakesh.

 

##med5##

 

* Undirstøðukervið lagt lamið.

Íbúgar siga frá, at bæði streymurin og telefonnetið var lagt avbrotið av jarðskjálvtanum. Internettænasta, NetBlocks upplkýsir, at streymslitið gjørdi, at marokkanar mistu internetsambandið.

##med6##

 

Keldur: AFP og Reuters.

/ritzau/

 

Fadel Senna/AFP/Ritzau Scanpix