Í dag viðger Løgtingið eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í vanda.
Hetta er eitt mál, sum fakfeløgini ikki vilja vita av og tey hava hótt við at seta tiltøk í verk. Í hesum sambandi hevur verið tosað um aðalverkfall, ella 24 tíma verkføll á ymsum økjum.
Og tá ið Løgtingið fór undir viðgerðina í morgun, var nógv fólk møtt á Vaglinum at stuðla pedagogunum og at mótmæla, at Løgtingið leggur upp í verkfallið. Tað eru foreldur og avvarðandi at børnum í dagstovnum at viðskiftafólkum hjá Almannaverkinum, sum tóku stig til mótmælisgonguna.
Les eisini: Verkfall á Vaglinum: Nú er nóg mikið
Jógvan Philbrow sigur, at hetta vísir, at foreldur hava skilt boðskapin um at tað er okkurt galið við skipanini og at tað verður neyðugt at menna alt barnamenningarøkið, sum heild. Hann heldur, at hetta er eitt mál, øll skilja – uttan politikarrnir.
Hann segði við FM1, at verkfallið heldur á, og einasti vegur fram er at partarnir setast aftur við samráðingarborðið, men enn fyriliggur einki við tað.