Stríðið ímóti kriminaliteti, veðurlagið, umhvørvið, verja og trygd. Hetta halda norðurlendingar eru týdningarmestu partarnir av norðurlendska samstarvinum.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráðharraráðið hava gjørt. Analyse Danmark hevur í samstarvi við Lauritzen Consulting kannað, hvat norðurlendingar halda um norðurlendskt samstarv. 3.400 fólk í norðurlendsku londunum og sjálvstýrandi økjunum vóru spurd í kanningin, sum var gjørd í mai-juli 2021.
Kanningin vísir, at norðurlendingar eru framvegis jaligir um norðurlendskt samstarv, men nógv eru vónbrotin um samskipanina av tiltøkum í sambandi við koronufarsóttina. Hóast Norðurlond høvdu nógv samskifti um tilmæli og tiltøk eydnaðist ikki at gera eina felags strategi fyri Norðurlond.
Í frágreiðingini Støtte og skuffelse – Holdninger til nordisk samarbeid verður greitt frá, hvat fólk í teimum ymsu londunum serliga leggja dent á í norðurlendska samstarvinum.
Umleið eins nógvir føroyingar og aðrir norðurlendingar halda, at norðurlendskt samstarv er týdningarmikið og ynskja meira samstarv. Ein størri partur av føroyingum enn øðrum norðurlendingum heldur, at altjóða menningin hevur gjørt, at norðurlendska samstarvið hevur størri týdning nú enn áður – 65 prosent av føroyingum halda hetta samanborið við 55 prosent av norðurlendingum sum heild.
Í Føroyum svara størri partur enn í øllum hinum norðurlondum, at tað er týdningarmikið at brúka resursurnar hjá hvørjum øðrum – eitt nú sjúkrahús – og at hetta er ein týðandi partur av norðurlendska samstarvinum. Heili átta at tíggju føroyingum halda hetta.
Føroyingar halda eisini, at tað er umráðandi, at norðurlendingar kunnu arbeiða, útbúgva seg og búseta seg í øllum Norðurlondum. Næstan sjey av tíggju føroyingum halda tað.