Heilsuverkið
Fólkaskúlin
Útbúgving, gransking og umhvørvið
Kanningin vísti klárt, at vit búgva í einum samfelagi, har vit vilja kenna okkum trygg, um vit gerast sjúk.
Vit vilja hava ein fólkaskúla, sum mennir og stimbrar børn okkara bæði fakliga og sosialt.
Vit vilja búleikast í einum oyggjasamfelagi har møguleiki er fyri eftirútbúgving, víðari útbúgving og gransking.
Og vit eru komin hartil, har vit duga at síggja stóra týdningin av at handfara umhvørvið við stórstu virðing.
Alt hetta kann bert gerast veruleiki, um vit frá politiskari síðu tora at satsa stórt og skilagott. Eg lovi tykkum einki óveruligt valyftið, men eg lovi at brúka nógva orku uppá at fáa hesi mál og onnur við á dagsskrá í framtíðar føroyskum politikki.