- Hetta vildi eg ikki ynskit yvir mín ringasta fígginda.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og formaður í Sambandsflokkinum.
Hann er nú á veg til Danmarkar við Norrønu, har hann er saman við hinum súkklarunum á føroyska Rynkeby – liðnum. Hesa næstu vikuna, fara tey at súkkla til París fyri at savna inn pening til børn við krabbameini, og familjur teirra.
Men nú hann er farin avstað, er tað við eini álitisváttan frá ovastu leiðsluni í Sambandsflokkinum í viðførinum.
Eftir at Hans Gammeltoft Hansen kanningarstjóri, kom til tað úrslit, at løgmaður hevði sagt ósatt fyri løgtinginum í sambandi við Eysturoyartunnilin, hevur leiðslan í Sambandsflokkinum alment váttað, at hon hevur framvegis fult álit á Kaj Le Holm Johannesen.
Eg havi gjørt míni mistøk, og tað havi eg biðið um mína umbering fyri, sigur hann.
Hann sigur, at tí følir hann seg styrktan, nú Sambandsflokkurin gevur honum sín fulla stuðul, eftir ”hesa krossferðingar-herferðina”, sum nú hevur vart í tvey ár, og har hann er hunddálkaður, niðurgjørdur, og lagdur um alt møguligt, sum einki hald er í.
Hann sigur, at hetta hevur verið hart, men kanningin hjá Gammeltoft vísir, at onki grundarlag er fyri nakrari revsing, men at talan eigur at vera um eina átalu.
Og Kaj Leo Holm Johannesen skilir ikki, hvussu vit kunnu brúka yvir fimm milliónir til eina kanning – men ikki vilja brúka úrslitið til nakað.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at hetta er farið heilt yvir gevind