Nú Jens Stoltenberg hevur vitjað í Føroyum, er hetta fyrstu ferð síðan 1966, at ein norskur forsætisráðharri hevur vitjað í Føroyum. Tá var tað Per Borten úr Senterpartiet, sum var forsætisráðharri.
- Hetta vildi eg broyta við at vitja Føroyar í dag, segði Jens Stoltenberg í Norðurlandahúsinum í gjárkvøld, har ein norsk-føroysk kvøldseta varð hildin.
Hann helt tað annars vera sera hóskandi, at norski forsætisráðharrin vitjaði júst Føroyar á norska tjóðardegnum, 17. mai.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Jens Stoltenberg hevur verið í Føroyum. Tey, sum vóru virkin í ungdómspolitikki í áttiárunum, kendu øll Jens Stoltenberg, sum var formaður í AUF, sum er ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum.
Nógvir føroyingar samstarvaðu við Jens Stoltenberg gjøgnum norðurlendska felagsskapin hjá javnaðarungdómi, FNSU, har hann eisini var formaður.
Í juni mánaði í 1986 var Sosialistiskt Ungmannafelag vertur fyri FNSU-stjórnarfundi í Føroyum, og tá vóru bæði Jens Stoltenberg úr Noreg og Anna Lindh, sála, úr Svøríki við á fundinum. Tey vóru her eitt vikuskifti og vitjaðu ymsastaðni, eitt nú í løgtinginum.
Tíðindafundur var í Tinganesi í morgun, og eitt nú hevði Rás2 prát við forsætisráðharran á middegi í dag.
Norsku forsætisráðharrahjúnini, sum komu til Føroya í gjár, eru longu farin av landinum aftur.