##med2##
Tað hevur stóran týdning at hava tað nýggjasta nýggja av teknikki umborð. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum, nú tey akkurát hava skrivað undir sáttmála um at eitt nýtt uppsjóvarskip fyri 340 milliónir krónur. Talan verður um ein nýggjan Finn Fríða og nýggja skipið kemur í flotan um eitt gott ár, ella í januar í 2024.
Skrokkurin verður bygdur í Póllandi og so verður skipið gjørt liðugt á Karstens skipasmiðjuni í Skagen.
Bogi Jacobsen sigur, at fyri at fáa góðan fisk til lands, hevur tað stóran týdning, at tey hava allan tann nýggjasta teknikkin umborð á einum skipi, og tað hevur hetta nýggja skipið eisini. Samstundis hava tey eisini umstøður til gransking umborð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Boga Jacobsen greiða frá um nýggja skipið