Í Havn búgva eini 60 fólk við menningartarni og fjølbreki í húsum, ið eru í so ringum standi, at tey eru klár at ríva niður.
Vit hava ikki orð fyri, hvussu hørm vit eru um støðuna hjá teimum 9 fólkunum á Eirargarði 16, nú tey eru blivin skundflutt úr sínum heimi vegna sopp og vánaligt inniklima.
Fólkini á Eirargarði 16 eru flutt inn í ein annan part av bygninginum, ímeðan húsini verða kannaði nærri. Hóast tað sigst, at tann parturin av húsinum ikki er fongdur við soppi, so er hendan loysnin als ikki meira enn næstbest. Tað er trupult at vera um búfólkini uttan lyftir o.a., ið tey hava tørv á í tí dagliga.
Stjórin á Almannaverkinum segði í samrøðu við KVF mánakvøldið at loysnin er bert fyribils, og lovar, at búfólkini sleppa aftur í gomlu hølini, so skjótt inniluftin er ordnað har. Vit halda als ikki at hetta er nøktandi. Bygningarnir á Eirargarði eru gamlir, ótíðarhóskandi og í sera ringum standi. At blíva við at pjøssa uppá hesar gomlu bygningarnar er eftir okkara metan tað sama sum at blaka almennan pening út ígjøgnum vindeyga - úrslitið blívur kanska frægari, men tað blívur ongantíð nøktandi.
Tað ringasta er næstan, at hetta var væntandi! Eirargarður 16 stendur á listanum hjá Almannaverkinum yvir bústaðir í Havn, ið eru í so ringum standi, at teir ikki eru hóskandi til fólk at búgva í. Allíkavæl búgva eini 60 fólk við menningartarni og fjølbreki í slíkum niðurslitnum húsum, og um einki verður gjørt við støðuna beinanvegin eru vit bangin fyri, at hetta ikki verður síðsta evakuering vit fara at síggja á hesum økinum.
Almannaverkið gjørdi saman við Landsverki tíðliga í fjør eina kanning av bústaðarviðurskiftunum hjá borgarum við serligum tørvi. Kanningin vísti, at støðan í Suðurstreymi er katastrofal! Út við 20 bústaðir eru í so vánaligum standi, at tað ikki loysir seg at gera ábøtur. Størsti parturin av hesum bústaðum hýsa fólki við menningartarni.
Tað, sum búfólkini í Eirargarði 16 eru útsett fyri í hesum døgum er himmalrópandi, og vit vóna at tað fær landsins myndugleikar at vakna. Vit kunnu snøgt sagt ikki bjóða okkara veikastu borgarum slíkar vánaligar karmar. Hesi fólkini hava krav uppá ein virðiligan bústað, og Javni heitir staðiliga á landsins myndugleikar, um at fara undir at byggja nýggjar og tíðarhóskandi bústaðir til fólk við menningartarni og fjølbreki í Suðurstreymi beinanvegin!