Teir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eiga at missa skattafrádráttin. Soleiðis ljóðar áheitanin frá fimm stórum fakfeløgum á Landsstýrið.
Hesi fimm fakfeløgini samstarva og tey hava stovna tað, tey kalla fakfelagssamstarvið. Í fakfelagssamstarvinum eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið.
Nú Búskaparráðið er komið við eini nýggjari frágreiðing, ger Fakfelagssamstarvið greitt, at tey taka undir við boðskapinum hjá Búskaparráðnum.
Búskaparráðið vísir á, at tað er stórt trot á arbeiðsmegi og tí mæla tey frá at hava skipanir, sum eggja føroyingum at fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ein av hesum skipanum er, at føroyingar, sum arbeiða uttanlands fáa ein skattalætta og tað er ein skipan, Búskaparráðið mælir til at avtaka.
Tað tekur Fakfelagssamstarvið fult undir við og sostatt heita tey eisini á Landsstýrið, um at avtaka stuðulsskipanir og skattafrádráttir til tey, sum arbeiða uttanlands.
Tey vísa eisini á ætlanina hjá landsstýrismaðurin í almannamálum hevur um at seta eina skipan í verk, sum letur foreldrum pening fyri at ansa børnum sínum heima, tí pengarnir skulu fylgja barninum, sum sagt verður.
Búskaparráðið vísir á, at tað er óheppið, at fólk verða eggjað at fara av arbeiðsmarknaðinum og tað eru tey í Fakfelagssamstarvinum púra samd í.
– Ein skipan, ið eggjar foreldrum at fara heim at ansa sínum børnum verður ein vanlagna fyri føroyska samfelagið, siga tey í Fakfelagssamstarvinum. Tey siga, at serliga verður hetta ein vanlagna fyri føroysku kvinnuna, sum á hendan hátt verður eggjað til at fara av arbeiðsmarknaðinum.
Tey vísa á at longu sum støðan tann, at tá ið kvinnur og menn hava arbeitt eitt heilt lív, hava kvinnurnar tjent nógv minni enn menninir.
Verður skipanin sett í verk, verður avleiðingin, at nógvar kvinnur fáa færri starvsroyndir og sostatt eisini ein lægri starvsaldur. Hetta er óheppið fyri lønarlagið hjá kvinnunum, tá ið tær fara aftur á arbeiðsmarknaðin, eftir at hava ansað børnum heima.
– Avleiðingarnar verða, at nógvar kvinnur als ikki koma á arbeiðsmarknaðin aftur. Aftrat hesum fer hetta eisini at fáa sera stórar avleiðingar pensjónina hjá kvinnunum, tí uppsparingin hjá teimum verður nógv lægri enn tann hjá monnum – og longu sum er, eru kvinnurnar eftirbátar á hesum øki.
– Fakfelagssamstarvið tekur tí fult og heilt undir við tilmælinum hjá Búskaparráðnum um at strika ætlanirnar um, at peningurin skal fylgja barninum, siga tey í eini almennari fráboðan í dag.










