Hetta verður ein stór avbjóðing

Vit fegnast um, at vit loksins hava fingið altjóða dystir aftur til Føroya

 

Hetta er ein stór avbjóðing. Men vit fegnast um, at vit loksins hava fingið altjóða dystir aftur til Føroya

Tað sigur Ári Rouch í Hondbóltssambandinum, nú Føroyar eru vertur fyri EM-undankappingardystum fyri U17-kvinnulandslið. Tað er hann, sum er á myndini.

 

Tað verður um eina viku, frá fríggjadegnum 13. til sunnudagin 15. mars, at vit eru vertur fyri kappingini.

 

Upprunaliga skuldi kappingin spælast sama vikuskiftið, sólarmyrkingin er, men tað eydnaðist at flyta hana.

 

Og sambandi við kappingina, vitja tríggjar tjóðir, umframt altjóða dómarar, og onnur, hondbóltsfólk hendavegin.

 

Londini, sum Føroyar eru í bólki saman við, eru Russland, Tjekkia og Ísland, og allir dystirnir verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, so tað verða tveir dystir hvønn dag, klokkan fimm og klokkan sjey.  

Og har Føroyar eru annað liðið í kvølddystunum, altso klokkan sjey.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Ára Rouch greiða frá.