- Vit eiga at siga greitt, at vit vísa á, at verandi andstøðuflokkar eru tað greiða alternativið til sitandi stjórn.
Tað boðaði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, frá á flokstingi í flokkinum í morgun.
Nú løgtingsval verður seinni í ár, var tað ikki óvæntað, at fomaðurin í Tjóðveldi umrøddi, hvørjir samgongumøguleikar eru eftir valið. Og hann heldur, at boðskapurin hjá Tjóðveldi skal vera, at andstøðan, sum situr nú, eigur at skipa nýggja samgongu eftir valið, tí hon er einasta alternativ til sitandi samgongu.
Les eisini: Hetta krevst fyri at røkka okkara dreymum
Men hann ásannar eisini, at tað krevur sjálvsagt, at Tjóðveldi ger semjur um, hvussu vit aftur seta kós í tjóðskapar- og fullveldismálinum. Og tað krevst, at tann munur, ið er ímillum hugsjónirnar og málini hjá flokkunum í hesum máli, kunnu loysast á demokratiskum grundarlagi.
Men hann staðfestir samstundis, at løgtingsvalið hesa ferð, er eitt lagnuval fyri Føroyar.
- Ímyndið tykkum eitt valskeið afturat við sambandspolitikki, ella við víðgondum høgrapolitikki. Tað fer at skapa einar Føroyar, ið vit als ikki kunnu kenna okkum aftur í. Og tað kann leiða okkum beint til næstu kreppu í heimastýrinum Føroyar, sigur Høgni Hoydal.










