Sagt verður, at næsti maður russiska forsetans, Vladimir Putins, 56 ára gamli forsætisráðharrin, Mikhail Misjustin, dugir væl at gera roknskapir og at íðka ishockey, men spurningurin er, um hann eisini dugir at verða forseti Russlands.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár, hava nógvar søgur gingið um heilsuna hjá Vladimir Putin, og soleiðis hevur eisini verið hugsað, at forsetatíðin hjá honum skjótt kann gerast søga., um heilsan verður ein trupulleiki.
Men, seinastu dagarnar hevur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, víst aftur, at heilsustøðan hjá forsetanum ikki er góð. Tað er tó eitt stórt tal av miðlum, bæði stórum og smáum og miðlum víða um lond, sum ferð eftir ferð hava sett spurnartekin við, um Putin er frískur.
Myndin (sí niðanfyri) frá einum fundi millum Vladimir Putin og verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, vakti ans. Tá hann skuldi seta seg niður í stólin, tók Vladimir Putin tvørtur um borðkantin, samstundis sum hann stigvíst læt seg søkka niður í stólin.
##med2##
Nakrar dagar seinni vísti eitt livandi filmsbrot forsetan við ristandi hond og stívari gongd á einum fundi við sínar nærmastu sameindu saman við forsetanum í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko.
Tað eru eisini fleiri sum halda, at ónøgd er við stýrið hjá Vladimir Putin, serliga undir krígnum í Ukraina, og tí er tað ikki óhugsandi, at forsetin kann verða rikin úr embætinum við einum statskvetti.
Onnur vísa á, at 69 ára gamli forsetin longu er farin um tann livialdur, sum sambært Heimsheilsustovninum WHO kann roknast við hjá einum russiskum manni.
- Skuldi Vladimir Putin doyð ella á annan hátt verið noyddur at latið sínar skyldur sum forseti frá sær, sigur russiska grundlógin, at tað er forsætisráðharrin, sum kemur í hansara stað, veit Dagbladet at siga í dag.
Síðan januar 2020 hevur embætið sum forsætisráðharri verið røkt av 56 ára gamla, Mikhail Misjustin, eftir at stjórnin hjá Dmitrij Medvedev legði frá sær.