- Hetta verður árið har vit fara at sigra!

- Vit heysaðu ikki hvíta flaggi, men tað bláa og gula. Vit flýddu ikki, men stóðu fyri tí, sum møtti okkum, sigur ukrainski forsetin.

Á ársdegnum fyri russisku innrásina í Ukraina, sum er í dag, 24. februar, hevur ukrainski forsetin lagt út eini boð.

 

Volodymyr Zelenskyj skrivar, at hin 24. februar tóku miljónir av ukrainarum eitt val.

 

- Vit heysaðu ikki hvíta flaggi, men tað bláa og gula. Vit flýddu ikki, men stóðu fyri tí, sum møtti okkum - gjørdu mótstøðu og bardust.

 

Forsetin leggur aftrat, at hetta hevur verið eitt ár við pínu, sorg og samanhaldi, og í ár hevur eingin vunnið á Ukraina.

 

- Vit vita, at 2023 verður árið, har vit fara at sigra!

 

Hesi eru orðini, sum Volodymyr Zelenskyj skrivar, samstundis sum hann leggur út video-upptøkur frá hendingum seinasta árið.

 

##med2##