Andrea Petkovic hevði ikki sligið seinasta bóltin í fjórðingsfinaluni ov langan, fyrr enn fólk byrjaðu at gleða seg ársins tennisbrak: Woznacki vs Williams.
Og eingin gleðir seg minni enn managarin hjá Wozniacki, John Tobias.
- Hetta er ein ótrúligur møguleiki fyri Caroline. Amerikanski marknaðurin hevur ógvuliga stóran týdning fyri hana, sigur John Tobias.
Orsakað av regni í fleiri dagar og nógvar útsetingar, var dysturin millum Wozniacki og Petkovic fluttur til lítla vøll 13, har bert fáir hundrað áskoðarar kunnu hyggja á blikk-setrum.
- Hálvfinalan verður nakað heilt annað. Tá verða umstøðurnar av teimum bestu og tað verða fleiri túsund áskoðarar, sigur John Tobias sambært donskum netsíðum.
Serena Williams hevur vunnið 13 Grand Slam kappingar, Wozniacki onga. Danin hevur kortini verið í trimum teimum seinastu US Open hálvfinalunum, og var enntá í finaluni í 2009.
Nú vónar John Tobias, at hon megnar at gera tað enn betri í ár. Men tað krevur altso, at Wozniacki vinnur á óhugnaliga sterku Williams í hálvfinaluni sunnunáttina.