Hetta verður tann flottasti skjótivøllurin í øllum Evropa. So bragdliga tók Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, fyri á seinasta býráðsfundi.
Nú hevur Tórshavnar býráð nevniliga samtykt at gera ein nýggjan skjótivøll í Sandvíkum í Hoyvvík við teimum hentleikum, sum hartil hoyra.
Peningurin er játtaður til endamálið og farið verður undir arbeiðið beinanvegin.
Hetta er eitt rættiliga gamalt mál, tí tað eru longu seks ár síðani, at skjótifelagið Byrsumúli vendi sær til býráðið um at útvega skjótiítróttinum betri umstøður, og nýggi skjótivøllurin fer at kosta góðar 10,3 milliónir.
Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta er seinasta ítróttargreinin, sum skal til fyri fyri at kunna hýsa oyggjaleikunum, og hetta er eisini ein ítróttargrein í stórari menning, tí limatalið í skjótifelagnum veksur nógv. Og hann sigur, at skjótivøllurin í Sandvíkum liggur so flott í náttúruni, at hetta verður ein tann flottasti skjótivøllurin í allari verðini.
Sum heild fegnast býráðslimir um, at hetta nú er komið so langt, at farast kann undir arbeiðið, tí sostatt verða ítróttartilboðini í kommununi meiri fjøltáttað enn tey eru nú.
Men onkur av býráðslimunum stúra fyri dálking, sum kann standast av skjótingini, serliga av tí, at plastproppar úr patrónum enda í mølini og á sjónum.
Tað hevur verið ein trupulleiki á skjótivøllinum, sum nú er, og Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, tekur ikki undir við hesum, hóast hon annars hevur alt gott at bera skjótiítróttinum. Hon sigur, at hetta er eitt rættiliga prinspielt mál, tí skjótivøllurin liggur soleiðis fyri, at tað stendst rættiliga nógv dálking av virkseminum har.
Sjálv hevur hon mangan verið á Kaldbaksfirði og hevur tikið túsundtals plastproppar upp úr mølini. Nakað er frá fuglaveiði, men nógv er av skjótivøllinum í Sandvíkum, sigur hon. Hon sigur, at tey hava ofta vent sær til myndugleikarnar um dálkingina, men skjótivøllurin verður góðkendur ferð eftir ferð og tí er hon alt annað enn trygg við, at dálkingin fer at halda upp at nú.
Skjótingin og fuglaveiða dálka so illa, at mølin er appilsingul, og tað er burturvið at halda fram, heldur hon. Somuleiðis vísir hon á, at í sambandi við nýggja vøllin skal vátlendi drenast. Tað fær avleiðingar fyri fuglalívið í økinum, og vistskipanina, og tað kann hon ikki taka undir við.
Dálkingin hevur verið ein trupulleiki, men Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at nú verður ein volli gjørdir frammanfyri skjótivøllin, sum tryggjar, at alt, burturkast frá skjótingingini verður verandi á vøllinum, og sum sostatt forðar fyri, at nakað fer í mølina og á sjógv.










