Nú nærkast av álvara til at nýggi skannarin á Suðuroyar Sjúkrahúsi kann verða tikin í nýtslu.
Tað verður eitt stórt framstig fyri sjúklingar í Suðuroy, tí hundraðtals suðuroyingar, sum verða sendir til Havnar til skanningar á Landssjúkrahúsinum um árið, kunnu nú verða skannaðir á Suðuroyar Sjúkrahúsi ístaðin.
Serliga hent verður hetta tá ið skanningar hava bráðskund, tí tá slepst undan at flyta sjúklingar til Havnar við tyrlu ella við skipi. Tað kann vera í sambandi við heilabløðingar, blóðproppar, vanlukkur, og í øðrum førum.
Tað eru fleiri mánaðir síðani at Suðuroyar Sjúkrahús fekk ein CT skannara, men enn er hann ikki tikin í brúk, tí eingir radiografar hava verið til taks brúka hann.
Tí søkti Suðuroyar Sjúkrahús eftir radiografum nakað fyri jól, og tá ið umsóknarfreistin var farin sunnudagin, høvdu tey fingið 10 umsóknir.
Og tað er Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri væl nøgdur við, tí tað eru fleiri umsøkjarar enn tey høvdu væntað at fáa.
Søkt varð bæði í Føroyum og uttanlands og sjúkrahússtjórin sigur, at tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum hava søkt.
Tveir radiografar skulu setast í starv, tí skannarin skal vera tøkur allan sólarkringin og nú verður beinanvegin farið undir at seta størvini, so at skannarin kann takast í nýtslu.
Pauli Henryson sigur, at tey hava ikki sett nakran ávísan dag á fyri, nær skannarin skal takast í nýtslu, men størvini verða sett so skjótt tað letur seg gera, og so er klárt at fara til verka
Pauli Henryson leggur afturat, at á fíggjarlógini fyri í ár hevur Suðuroyar Sjúkrahús fingið nóg mikið av játtan til at seta radiografarnar í starv.