Hetta verður eitt bakkast fyri okkum

Hetta er ein fjald lønarhækking og ein økt útreiðsla hjá arbeiðsgevarum

 

Tað er trupult at síggja nakran fyrimun fyri vinnuna at stytta arbeiðsvikuna, og tí taka vit ikki undir við hesum. Tað siga arbeiðsgevararnir, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Javnaðar flokkinum um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.

Men Arbeiðsgevarafelagið sigur, at Løgtingið skuldi Løgtingið samtykt uppskotið, eiga samráðingar at verða ímillum landsstýrið, arbeiðsgevarar og fakfeløgi. Sum heild hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag nógvar atfinningar ímóti at stytta arbeiðsvikuna.

 – Í roynd  er arbeiðstíðin í Føroyum ikki nógv øðrvísi enn í Danmark. Fyri 20 árum síðani varð arbeiðsdagurin aloftast frá klokkan 8 á morgni til seinnapartin klokkan 5, men so var døgverðasteðgur í ein tíma, og tað var uttan løn. Í dag hava flestu arbeiðspláss, serliga innan framleiðslu og handverk, 20-30 minuttir matarsteðg á middegi, umframt kaffisteðg fyrrapart og seinnapart. Í flestu førum verður hetta tikið av arbeiðstíðini. Eru steðgirnir ein hálvan tíma um dagin tilsamans, er arbeiðsvikan umleið 37,5 tímar.

– Sostatt er arbeiðstíðin fyri flestu løntakarar í roynd og veru, lækkað, sigur Arbeiðsgevarafelagið

– Í Danmark er arbeiðstíðin 37 tímar. Men tað er effektiv arbeiðstíð og tað merkir, at tilsamans er arbeiðsvikan tætt við 40 tímar tá ið kaffisteðgirnir verða taldir við.

Men Arbeiðsgevararnir halda eisini, at verða grundleggjandi broytingar gjørdar, er tað ein fortreyt, at  vinnan fær munandi fríari atgongd til arbeiðsmegi.

 –Arbeiðsloysið í Føroyum er á metlágt, og arbeiðsgevarar fáa ikki starvsfólk til allar uppgávur. Verður arbeiðsvikan stytt, verður hesin trupulleikin enn størri.

Men tey vísa eisini á, á, at tað er trupult at fáa arbeiðsfólk úr øðrum londum og ein orsøk til tað, er, at skipanin er so stirvin, at tað tænur ikki føroyskum vinnulívi. Eitt nú ber ikki til at fáa útlendska arbeiðsmegi higar, fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um eitt vist.

– Hóast arbeiðsloysið hækkar, hevur tað verið torført at manna størv, sum krevja serligar førleikar ella royndir.

– Fleiri vinnugreinar mangla starvsfólk í dag. Verður arbeiðsvikan stytt, verður hetta sum at leggja stein oman á byrðu. Til dømis verður arbeiðstíðin hjá útflutningsvinnuni neyvan stytt hóast arbeiðsvikan styttist, tí Føroyar eru ein útflutningstjóð. Verður arbeiðstíðin stytt, kann beinleiðis fáa avleiðingar fyri kappingarførið í høvuðsvinnuni.
– Eitt annað dømi kann verða handilsvinnan. Handlar skulu framvegis hava opið, og uttanlands er gongdin, at handlar hava alsamt longri opið tí viðskiftafólk vilja hava tað smidligari.

– Verður arbeiðstíðin stytt, fer tað eisini at fáa avleiðingar fyri eldraøkið, heilsuverkið og ansingarøkið, tí arbeiðstímar fara at mangla í.

 Afturat hesum eru avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna alt ov ógreiðar, tí ongar kanningar og greiningar eru gjørdar.

– Endamálið við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, er, at fólk skulu ikki missa løn, hóast arbeiðsvikan verður stytt. Sostatt er talan um eina økta lønarútreiðslu hjá arbeiðsgevarunum - ella ein fjald lønarhækking til løntakaran, og hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við.