Tá pólski dómarin hevði bríkslað síðstu ferð tóktist tað sum um teir í finska ferðalagnum vóru stak væl nøgdir. Fyri hagtølini hevði tað sæð prýðiligari út, um teir høvdu vunnið, men javnleikurin og serliga málið á útivølli geva teimum stak góðar vónir um, at tað skal eydnast at koma í seinna innleiðandi umfarið, har Glasgow Rangers bíðar.
Á liðnum hjá finsku meistarnum, sum aftur í ár eru fremstir í kappingini og harvið ætla sær at endurtaka rættin at spæla í innleiðandi umfarinum til europeisku meistarakappingina, eru tveir russiskir spælarar. Bæði 32 ára gamli miðvallarin Oleg Ivanov og 29 ára gamli álopsmaðurin Valeri Popovitch hava áður spælt við Spartak Moskva. Teir vóru ikki fastir menn á besta russiska liðnum, men Veleri Popovitch spældi allar 90 minuttirnar, tá Spartak Moskva í mars 1991 við einum 3-1 sigri á útivølli móti Real Madrid spældi seg í semifinaluna í Europa Cup fyri meistaralið.
? Á føroyska liðnum vóru einstakir spælarar, sum skaraðu framúr, men eg haldi, at liðavrikið hjá okkum var betri enn hjá teimum. Talan var um ein spennandi dyst, og fyri okkum var tað sera týdningarmikið, at vit megnaðu at skora eitt mál á útivølli. Úrslitið og avrikið í kvøld ger, at vit á heimavølli hava allar møguleikar at spæla okkum víðari í kappingini, var viðmerkingin hjá Valeri Popovitch. Hann hevði hug at fílast á, at vøllurin var ov óslættur og at hetta hevði havt við sær, at spælið hjá teimum ikki fleyt so væl, sum tað annars kann gera.
? Men eg skilji á lagnum, at hetta var bara onnur ferðin, at tað varð spælt á hesum nýggja vøllinum, so eg rokni við, at hetta fer at verða betri í framtíðini.