Hetta verður ein stór trygd hjá suðuroyingum

Hóast hann er gamal, er hann í fínasta standi

Hetta verður ein stórur tryggleiki fyri suðuroyingar. Tað sigur Guðmundur K. Jakobsen brandmeistari í Vági, við Sosialin um vikuskifti.Allar tær sjey kommunurnar í Suðuroynni hava nú samtykt at keypa ein stigabil til sløkkiliðini í Suðuroy. Talan er um tann gamla stigabilin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, men har eru nakrir bygningar so høgir, at tey máttu fáa nýggjan stigabil.

Í Suðuroynni eru eisini nakrir høgir bygningar og nú tey hava fingið ein nýggjan stigabil, eru tey munandi betri væl fyri at sløkkja eld í høgum bygningum.

– Eg hugsi mest um, at vit hava nakrar høgar skúlabygningar í Suðuroynni, og skuldi tað viljað so illa til, at eldur kom í, eru vit nú nógv betri fyri at sløkkja, og at bjarga fólki, sigur Guðmundur K. Jakobsen.

Stigabilurin hevur ein stiga upp á 30 metrar. Hann er 20 ára gamalur, men hann hevur ikki koyrt meiri enn 21.000 kilometrar, so hann er í fínasta standi og púra óslitin.

Hann kostar 350.000 krónur, men næsta ár skal hann til 20 ára eftirlit, sum er eitt krav, og tað hava kommunurnar í Suðuroynni átikið sær at rinda. Eftirlitið kostar einar 35.000 krónur, og í hesum sambandi fer hann av landinum í ein mánað stutt eftir ársskiftið.

 Bilurin er bilurin longu komið til Suðuroyar, har hann stendur í hølum hjá sløkkiliðnum á Tvøroyri.

Har verður hann helst standandi, tí brandmeistarin í Vági sigur, at ger tað sama, hvar í oynni hann stendur. Hann sigur, at ein slíkur bilur er ongantíð við í fyrsta liðið, tá ið eldur kemur í, sigur brandmeistarin við Sosialin.