Í morgin leygardagin kl 14 verður árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag.
Men Ríðingafelagið sigur, at tað sum helst er serligt við hesi kappingini, er, at sjálv ímyndin av føroyskari kappríðing, Svenning Reinert, úr Norðadali hevur boðað, at hetta verður hansara seinasta kapping.
Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár og hetta er fyri vist eitt met, sum ongantíð verður tikið, sigur Ríðingafelagið.
Tá Svenning reið kapp fyrstu ferð, búðu stívliga 5000 fólk í havn og fíggjarlógin hjá Løgtinginum var upp á fimm milliónir krónur.
– Sostatt er nógv vatn er runnið í ánni, síðani hesin úrmælingurin í 1949, saðlaði hestin Ørvarodd á breytini úti á Velbastaðvegnum. Flestu reiðfólk minnast helst hestin Grana, og seinasti mongu árini hevur tað verið ryssan, Brynja, ið hevur borið norðadalsmannin á kappingarbreytinum.
Svenning Reinert sigur sjálvur, at nú Brynja ikki orkar longur, so hevur han eisini gjørt av at takka fyri seg. Hesa seinastu kappingina ríður Svenning Reinert á Tyru, hjá Onnu Magnussen.
Annars eru 23 ross við á heystkappríðingni, deild soleiðis at fýra kappast í skeið á 100 metrum, fimm í trav á 250 metrum, seks í tvíspori fyri ung, og tað er eisini 250 metrar, og so eru átta ross í tvíspori fyri vaksin og tey eru býtt sundur í tveir bólkar.
Serliga fegnast tey í Ríðingafelagnum um at síggja seks seks ross í tvíspori fyri ung, hetta er stórur vøkstur og ber boð um góðar tíðir fyrr kappríðing, halda tey í Ríðingafelagnum.
Spenningur er kanska serliga um FM heitið í tvíspor fyri vaksin. Her dystast Svanna, hjá Hans Paula Poulsen, og Fúsi, hjá Zacharias R. Jacobsen um FM heitið. Fúsi eigur munin við 24 stigum, men Svanna hevur 21 stig, so Fúsi liggur væl fyri at varðveita sítt FM heitið, siga tey í Ríðingafelagnum.










