Hetta veit løgreglan um reyða bilin

Ein reyður Kia bilur er sentralur í kanningunum av deyðanum hjá Birnu Brjánsdóttir

Ein reyður Kia leigubilur er í miðdeplinum í kanningunum hjá íslendsku løgregluni av deyðanum hjá 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir, sum hvarv úr miðbýnum í Reykjavík leygarnáttina 14. januar.

Bilurin varð sæddur á vakmyndatóli á Laugavegnum í Reykjavík leygarmorgunin, har Birna eisini var sædd seinastu ferð. Síðani var bilurin sæddur á bryggjuni á Hafnarfirði, har tveir mans fóru úr bilinum og tosaðu saman eina løtu. Annar maðurin umborð á trolaran Polar Nanoq, meðan hin maðurin løtu seinni koyrdi avstað við bilinum.

Fyrst koyrdi bilurin í meira enn ein hálvan tíma runt á havnalagnum og er sæddur á vakmyndatóli nærindis, har ein skógvur hjá Birnu Brjánsdóttir varð funnin. Eftir tað fór bilurin avstað av havnalagnum, og løgreglan heitir á fólk um at hjálpa teimum við at finna fram til, hvar bilurin hevur verið millum klokkan sjey og hálvgum tólv hendan leygarmorgun.

Løgreglan hevur kannað bilin gjølla og hevur funnið blóð hjá Birnu Brjánsdóttir í bilinum. Løgreglan heldur, at ein brotsgerð er framd í bilinum, og helst er Brina dripin í bilinum.

Teir báðir menninir, sum koyrdu í bilinum, eru varðhaldsfongslaðir og skuldsettir fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir. Menninir, sum sigldu við Polar Nanoq, nokta seg sekar. Teir skulu avhoyrast aftur í dag.