Í sending hjá KvF í gjárkvøldið um Hotell Hilton í Havn, kunngjørdi løgmaður, at Atlantsflog skal selja hotellið. Tað almenna flogfelagið skal ikki kappast við privatu vinnuna um at reka hotell, og tí skal tað seljast, segði løgmaður. Hann róði eisini fram undir, at hotellið kundi seljast longu í heyst.
Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Uni Rasmussen, sum hevur ábyrgdina av Atlantsflogi og sostatt er tað eisini hann, sum umsitur almenna ognarskapin í flogfelagnum. Uni Rasmussen staðfestir at hetta er ikki eitt málsøki sum hoyrir undir løgmanni. Hann staðfestir samstundis at málið er ikki umrøtt í samgonguni yvirhøvur, so hann kennir slett einki til hasa útsøgnina.
Uni Rasmussen sigur, at hevði hann havt ábyrgdina av Atlantsflogi, tá ið tey fóru undir at byggja hotell, er hann næstan vísir í, at hann hevði sýtt fyri tí. Men nú er hotellið bygt og hann ivist í um tey kunnu tvinga Atlantsflog at selja tað nú, leggur hann afturat. Í øllum førum fer hann ikki at tvinga Atlantsflog at selja hotellið í heyst, leggur hann afturat.
Hann sigur, at skal hotellið yvirhøvur seljast, verður neyðugt at fyrireika tað væl fyri at tryggja, at Atlantsflog fær tann rætta prísin fyri tað. Og tað er ikki sagt, at rætta løtan at selja hotellið er í heyst, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Tað er skeivt at siga, at hotellið skal seljast í heyst, tí tað má kannast gjølligari, so tað eri eg ikki við upp á, sigur Uni Rasmussen.
Hann sigur nú fer hann at umrøða málið saman við løgmanni fyri at fáa greiði á, hvat býr undir hesi útsøgnini hjá løgmanni.











