Katrin Dahl Jacobsen, tingkvinna, sum sat í mentanarnevndini hjá tinginum, tá frískúlalógin kom, greiðir frá, at skúlar sum tann, ið tey í Kelduni ætla at skipa, eru ein partur av vandanum við at hava frískúlar.
- Eg eri av tí sannføring, at tað eigur at bera til at hava ein góðan skúla fyri øll. Tí eigur fólkaskúlin at vera sterkur. Hinvegin kann mann ikki nokta fólki at nýta sín pening, sum tey vilja. Men veruligi vandin er tá seráhugamál eru við til at diffirentiera í samfelagnum, sigur tingkvinnan.
Hon vísir somuleiðis á, at fólkaskúlin er eitt av tí, sum heldur samfelagnum saman, tí har eru øll børn saman, og tað er ein vandamikil leið, tá stættarligir ella aðrir munir verða gjørdir á børnum í einum samfelagi, sum er eins lítið og okkara.
Hin vegin staðfestir hon eisini, at ein og hvør frískúli skal góðkennast sambært lógini, og tí kann mann kenna seg rímiliga tryggan.
- Men tað týdningarmesta er, at vit nýta orku til at styrkja fólkaskúlan, so vit ikki verða splittað í ymisk sløg av borgarum, sigur hon.