Hetta var tað feitasta, segði Heini Heini Gilstón Corfitz guitarpælari í The Dreams, eftir framførsluna í Flags Tjaldinum. Ongin ivi um, at The Dreams vita, hvussu teir skulu levera vøruna, bæði hvat viðvíkjir tónleiki, útsjónd og attitudu, - og tað er gott! - Tá teir fóru á pall í Flags Tjaldinum kl. tíggju í kvøld, var beinanvegin nærum ógjørligt at sleppa inn í teltið, so nógv fólk var komið at hoyra bólkin, sum ikki hevur spælt í Føroyum síðan SF í fjør. Frá byrjan til enda góvu teir eisini áksoðarunum alt tað, teir høvdu í sær og meir avtrat. - Uttan trupulleikar fingu teir øll við sær og salurin kókaði, tá teir spældu allar forpunkaðu føroysku slagararnar sum ?Sirkus Tinganes?, ?Sasasasa?, ?Sjeikurin?, ?Til allar vinir? osfr. Sjálvsagt var fjøldin lukkulig, tá teir spældu hittið ?Backstabber?. Tá danski rapparin, Niarn kom á pallin bleiv frmaførslan meir tung, men tó ikki verri. Framførsluhætirnir hjá ávíkavist Niarn og The Dreams passaði ótrúliga væl saman, og tað var ein fragd at hoyra teir framføra ?Undskyld, (jeg var fuld)? hjá Niarn og ?Murderers? hjá The Dreams saman. Ein fantastisk konsert, sum avgjørt var líka feit fyri áksoðaran sum fyri Heina og hinar í The Dreams.