– Hetta var strævið

Hans Pauli Samuelsen skoraði útjavnandi málið og legði EB/Streym móti VB/Sumba, eftir at felagsliðið úr Sundalagnum hevði verið aftanfyri við einum máli. Ein strævin dystur, heldur víkarmaðurin.

– Hetta var ein strævin dystur. Vit skora ikki upp á møguleikarnar, gerast frustreraðir og so bleiv tað strævið. Og uttan at taka nakað frá VB/Sumba, so kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri, at tað gjørdist so møðsamt, sigur Hans Pauli Samuelsen.

Hann greiðir frá, at tað var soleiðis líka til útjavnandi málið kom.

– Málið til 2-2 var forloysandi fyri okkum, tí eftir tað fóru vit at spæla fótbólt, og allir komu líkasum undan aftur, eftir at einki hevði riggað hjá okkum, sigur Hans Pauli Samuelsen.