Hetta var stórur 90 ára føðingardagur

B36 sendi toftamenn, sum hildu tørn í tað mesta av fyrra hálvleiki, til hús við 6-0 tapi

Í næstu viku verður stórur dagur í Gundadali. B36 varð stovnað 28. mars í 1936, og harvið verður 90 ára føðingardagur um eina viku. Um eina viku verður einki umfar í landskappingini, tí tá verður landsliðið í San Marino.

 

Tí var talan um 90 ára føðingardagsdyst, tá ið B36 í dag hevði vitjan av B68, og tað var vorðið sum føðingardagshald. B36 vann 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

 

B68 helt tørn, inntil tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. So leingi, sum tað var málleyst, so vóru toftamenn væl nøgdir, hóast B36 fleiri ferðir hevði verið í góðum støðum.

 

Fleiri av spentu B36 støðunum stóðust av ikki sannførandi uppspæli úr B68 verjuni, og tað var sovorðin støða, sum bar við sær, at B36 legði seg á odda. Uppspælið var óneyvt, og sera eyðsýndi miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss fekk mitt fyri fatur á bóltinum, sum hann legði fyri føturnar á Torgeir Børven, sum takkaði fyri.

 

Og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, varð alt avgjørt. Hannes Agnarsson, sum fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu, átti innleggið úr høgru, og við handara stólpa var Torgeir Børven á rætta staðnum. Norski álopsspælarin stýrdi bóltin í netið, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Fýra minuttir eftir steðgin var tað væl upplagdi framrættaði miðvallarin Dávid B. Andreasen, sum úr stuttari fjarstøðu og eftir innlegg frá Róa Hansen, sum fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu, stýrdi bóltin í málið.

 

Innskifti Tobias Hansen, sum nakrar minuttir frammanundan hevði avloyst tvímálaskjúttan í fyrra hálvleiki, økti um munin til 4-0 eftir upplegg frá innskifta Djóna Sivertsen. So var tað Bogi Reinert-Petersen, sum vit brotssparki økti um munin til 5-0, og fyrrverandi B68 spælarin Dabo staðfesti tennissigurin, sum ber við sær, at B36 í løtuni er topplið.